BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Kunning um valrætt til lesandi uttanlands

01.08.2015

Ert tú lesandi uttanlands, kanst tú søkja um at verða upptikin á vallistan, so tú fært høvi at velja til løgtingsvalið, sum verður tann 1. september 2015.
Umsóknin um upptøku skal vera kommununi, har ið tú seinast vart skrásettur, í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. august 2015. Hevur tú verið búsitandi í Vestmanna Kommunu, skal umsóknin sendast til vestmanna@vestmanna.fo.

Lesandi, sum vegna útbúgving hava fyribils tilhald uttanfyri Føroyar, hava valrætt til løgtings- og fólkatingsval, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti, og um tey frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásett/-ur á vallista. Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í tí kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum. Fyri at verða tikin upp á vallistan, skal veljarin senda inn umsókn, og skal kommunan hava tikið avgerð um upptøku á vallistan í seinasta lagi 3 vikur áðrenn valdagin.

Veljarar, ið hava havt tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, kunnu ikki koma á vallista.

Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Almannamálaráðnum www.amr.fo, á føroyskum viðskiftastovum og her á heimasíðuni.

Viðvíkjandi váttan frá útbúgvingarstovninum kunnu lesandi nýta avrit av lestrarkorti ella aðra útskrift, sum vísir, at tey eru lestrarvirkin.
Gevið gætur, at skeiv skrivlig váttan kann eftir §162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir.

Upptøka á vallistanum er galdandi í 2 ár frá tí degi, avgerðin um upptøku er tikin. Kommunurnar skulu boða Landsfólkayvirlitinum frá avgerðum um upptøku av veljarum á vallista. Landsfólkayvirlitið førir eitt savnað yvirlit av tílíkum veljarum.

Lesandi uttanlands greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi, til dømis sendistovur og donsk fólkayvirlit. Brævatkvøður kunnu greiðast í fyrsta lagi 4 mánaðar áðrenn valdagin.