BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Kunning um vegarbeiði á Toftavegi og Ovara Vegi

29.08.2016

Kunningarskriv um komandi vegarbeiði - Toftavegur og Ovari Vegur

Vestmanna kommuna er farin í holt við at gera størri ábøtur á vegirnar í bygdini.

Garðavegur er asfalteraður, umframt er partur av honum gjørdur heilt av nýggjum. Aðrir vegir eru eisini asfalteraðir.

Nú verður byrjað upp á Toftaveg og Ovara Veg.

Arbeiðið verður gjørt í 4 strekkjum. Byrjað verður í vikuni inni við Skótahúsið. Vegarbeiðið endar við Toftaveg 20, Vagnur Djurhuus.

Niðanfyri sæst, hvussu arbeiðið er lagt til rættis og í stuttum, hvat ið verður gjørt:

1.     Frá Ovara Vegi 13 út til omankoyringina til Heygatún verður vegarbeiði. Strekkið frá somu omankoyring og inn um Ovara Veg 23 verður asfalterað.

2.     Frá omankoyringini til Heygtún og út til Heygabrekku verður vegarbeiði. Sama strekkið verður eisini asfalterað.

3.     Frá Heygabrekku yvir til brúnna um Gjógvará, verður vegarbeiði. Sama strekkið verður asfalterað.

4.      Frá brúnni og út til Toftaveg 20 verður vegarbeiði. Ábøtur verða gjørdar á brúnna samstundis. Sama strekkið verður asfalterað.

Vegastrekkini verða stongd fyri ferðslu, meðan arbeitt verður á teimum. Arbeiðið verður lagt soleiðis tilrættis, at omankoyringin til Heygatún og Heygabrekku verða stongdar so stutt sum gjørligt.

Ferðsluviðurskiftini niðanfyri skúlan Kongsteigum:

Í løtuni situr ein ferðslurevisor og arbeiðir við at betra um ferðsluviðurskiftini niðanfyri skúlan. Ætlanin er at fáa hesi viðurskifti upp á pláss, samstundis sum vegaarbeiðið verður gjørt.

Víst verður eisini til tekning av strekkinum.

Sí ávegis kunning á vestmanna.fo

Vinarliga


Vestmanna Kommuna