Kvinnukvøld á Bryggjuni

29.09.2010

Lýsing:

Kvinna!
Slepp nú stokkunum, gevst við at hugsa um EIK og legg Facebook niður eina løtu. Tí nú skalt tú hugna tær saman við tínum vinkonum í Vestmanna!

Fríggjakvøldið bjóðar barrin í Vestmanna øllum kvinnum til eitt spennandi og forvitnisligt tiltak, har fokus verður sett á kvinnuna og tørv hennara í dag.

Í barrini hetta kvøldið hitta vit m.o. stylecoach Sunnevu Thorsteinson til prát um kropsbygnað og klædnaval og sjúkrarøktarfrøðing til prát um Restylane.
Ein sexologur kemur við áhugaverdum eygleiðingum um parlag og kynslív, samstundis sum ein spennandi og provokerandi heimasíða kemur at vísa fram lutir, sum annars oftast síggja liggja við songarkantin.

Seinni um kvøldið borðreiða vit við hugskotum til jólagávuna til mannin saman við livandi tónleiki, góðum gávum, make over's og lívligum práti.

Ert tú við? So hittast vit á Bryggjuni fríggjakvøldið tann 1. oktober 2010 kl. 20.00.

Kostnaður fyri alt kvøldið er 250 krónur og er 18 ára aldursmark.