BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 26.09.2017

Kvøldseta á Fiskivinnuskúlanum

21.11.2011

Týskvøldið 22. novembur '11 kl 19:00 verður kvøldseta á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

Niels Th. Pedersen fer at siga frá, hvussu hagapartarnir eru býttir í Vestmanna, hvørji rættindi hoyra til, um fugl og frælsi - farleiðir í skorunum fyrr og nú - hvør, ið skipar skorafrælsini, heilársfrælsini og vetrarfrælsini. Her verða eisini sera góðar myndir sýndar í samband við frásagnirnar.
Sagt verður eisini frá um tilburðir,  stuttligar og syrgiligar hendingar, roysni og um vanligar skoraferðir. Somuleiðis verða myndir sýndar í tilknýtið til frásøgnina.

Umframt Niels Th. Pedersen verða hesir frásøgumenn:
Jónfinn Thomsen,  Sandavágur, ættaður úr Syðrugøtu, sigur frá um hagapartar í Syðrugøtu.
Louis Houmann, úr Oyndarfirði, sigur frá  um hagapartarnar í Oyndarfirði.
Johan Petersen, Glyvrum, ættaður úr Fuglafirði, sigur frá  um Klemmuna í Fuglafirði.