Læknamiðstøðin reist

31.10.2014

Í dag var læknamiðstøðin í Vestmanna reist. Jørðarbeiðið byrjaði í mai mánaða, stoypiarbeiðið um hálvan juli, eins og timburmenninir um somu tíð byrjaðu at gera elementini til útveggirnar á verkstaði. Fyrstu elementini vórðu sett upp 21. oktober og í dag er læknamiðstøðin reist.

Læknamiðstøðin skal ætlandi vera liðug í mai mánaða næsta ár.