BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Leiðari settur í Látipípuni


Vestmanna Kommuna søkti fyrr í ár í bløðunum og á heimasíðuni eftir nýggjum leiðara til dagstovnin Látipípuna – hetta var triðju ferð, søkt varð, tí at báðar tær fyrru ferðirnar var eingin umsøkjari til starvið!
Hesa triðju ferðina var ein umsøkjari til starvið.

Vestmanna Bygdarráð viðgjørdi málið á fundi 19. juni 2007.
Sum nevnt, var ein umsókn komin inn til starvið, og var hon frá Einu Andreasen, men hon hevði ikki námsfrøðiliga útbúgving og leyk tí ikki treytina í grein 8 í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt um, at ein leiðari fyri dagstovn skal hava slíka útbúgving.
Bygdarráðið samtykti tó einmælt at seta Einu Andreasen í starvið treytað av, at Føroya Pedagogfelag og Almanna-og Heilsumálaráðið góðkendu setanina.
Síðani hava samráðingar verið við Føroya Pedagogfelag og Almanna- og Heilsumálaráðið um loyvi til at seta umsøkjaran í starvið. Eisini hevur samskiftið verið ímillum Føroya Pedagogfelag og fakfelagið hjá umsøkjaranum.
Hesi viðurskifti eru umsíðir fingin í rættlag, og fakfeløgini og Almanna- og Heilsumálaráðið hava givið Vestmanna Kommunu loyvi til at seta Einu Andreasen í starvið sum leiðari í dagstovninum Látipípuni, men at setanin er tíðaravmarkað til eitt ár frá 1. oktober í ár at rokna.

Vestmanna Kommuna ynskir Einu Andreasen vælkomnari í starvið.