Lat-og-fá marknaður á Vestmanna-døgunum

15.06.2013

Leygardagin 22. juni kl. 14.00 – 18.00 verður skipað fyri einum Lat-og-fá marknaði í Ítróttarhøllini.
Á marknaðinum eru øll vælkomin at koma og fáa sær klæðir, leikur ella barnaútgerð púra ókeypis.

Hetta er nýtt tiltak í Vestmanna, sum vónandi fær góða undirtøku.
Endamálið við tiltakinum er at økja um endurnýtsluna av klæðum, leikum og barnaútgerð annars.
Hvør kennir ikki tað, tá ið man fer at rudda út í skápum og skuffum, at man hevur so nógv, man ikki hevur brúk fyri, men sum er alt ov gott at tveita vekk. Nú fáa allir vestmenningar møguleika at lata tað inn, tey ikki brúka meira, og fáa sær tað, tey mangla.

Fríggjadagin 21. juni millum kl. 16-18 kunnu fólk koma í ítróttarhøllina og lata inn rein og heil klæðir til allar aldrar, barnaleikur og barnaútgerð. Einasta treyt er, at klæðini/lutirnir eru rein og heil.

Leygardagin 22. juni millum kl. 14 og 18 kunnu øll síðani koma og fáa sær tað, tey ynskja.
Tað, sum eftir er, tá ið tiltakið endar, verður latið víðari til endurnýtslu aðrastaðni.

Spurningar kunnu setast til Maud Poulsen, tlf. 770 102.