Leiðari settur fyri Heimatænastuna í VEKS

06.09.2014

Stýrið fyri Heimatænastuna í VEKS hevur sett Niels A. Joensen í nýggja starvið sum leiðari fyri Heimatænastuna í VEKS. 

Umframt drúgva og víttfevnandi bankaútbúgving, hevur Niels A. Joensen eina Master í Leiðslu. 

Niels A. Joensen starvast í løtuni í BankNordik har hann seinastu 28 árini hevur arbeitt við leiðslu. 

Leiðarin fyri Heimatænastuna í VEKS hevur høvuðssæti í Vestmanna. VEKS samstarvið umfatar Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunur og talan er um 20 bygdir, uml. 4.100 borgarar, 3 heim og uml. 100 starvsfólk. 

Á stýrisfundi 29. august legði stýrisformaðurin Heðin Zachariasen uppskot til fíggjarætlan fyri stýrið sum var samtykt at leggja fyri kommunustýrini til fíggjarætlanarviðgerð teirra. Fíggjarætlanin byggir á verandi virksemi á økinum. 

Stýrið fer nú saman við nýsetta leiðaranum at seta út í kortið framtíðarkósina fyri Heimatænastuna í VEKS og eru bæði leiðsla og stýrið klár til at taka móti avbjóðingini til at mynda og menna Heimatænastuna í VEKS við nýggjum og ørvísi tænastum, ið byggja á sera vælvirkandi virksemi á økinum í dag.