BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Leiðari til dagstovnin Látipípuna

19.07.2006

Nýggjur leiðari skal setast í dagstovninum Látipípuni.

Malan Stórá, verandi leiðari, hevur sagt seg úr starvi, men kemur at halda áfram sum námsfrøðingur í frítíðarstovuni, sum er ein partur av Látipípuni.

Søkt verður í næstum eftir leiðara - lýsingin, sum send er bløðunum, sæst undir teiginum Starvslýsingar.

Vestmanna Kommuna takkar Maluni fyri gott samstarv, og vit ynskja henni alt tað besta.