BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Lena Anderssen konsert í Vestmanna



Forkunnug konsert við "ársins songkvinnu" verður í Vestmanna hóskvøldið 4. juni.

Føroyska songkvinnan Lena Anderssen spælir hóskvøldið klokkan 20.00 á Staðnum. Við sær hevur hon Niclas Johannesen á guitar og fer hon at spæla egið tilfar - nógv kent og okkurt heilt nýtt.

Lena gav í 2007 út fløguna Let Your Scars Dance, sum varð kosin "Ársins Fløga" á bæði Planet Awards og av Dimmalætting, og Lena vann í fjør heiðurin sum "ársins songkvinna". Let Your Scars Dance er nú útgivin í Danmark og heitislagið hevur verið at hoyrt regluliga í donskum útvarpi seinastu vikurnar.

Seinni í summar fer Lena at spæla á fleiri festivalum - teirra millum Við Múrin saman við Niclas og á G! Festivalinum, har hon fer at hava bólk við sær.
Men fyrst verður høvi at hoyra Lenu spæla og syngja nú hóskvøldið her í Vestmanna. Gleði tykkum til eina serliga konsert!

Tey ungu á Staðnum vóna, at fleiri vaksin eisini koma til konsertina.

Kostnaður: 50,- kr.
Aldursmark: 7. flokkur