Leysgangandi djór

27.09.2012

Bygdarráðið samtykti á fundi týskvøldið 25. september 2012 tilmæli frá trivnaðarnevndini um vistingargjøld. Vistingargjald er tað gjaldið, sum djóraeigari skal gjalda, um aktingarmaður tekur teirra djór upp.

Samtykt varð, at vistingargjaldið fyri hundar verður 700 kr fyrsta samdøgrið og 100 kr fyri fylgjandi samdøgur. Fyri kettur og onnur smádjór verður gjaldið 350 kr fyri fyrsta samdøgrið og 50 kr fyri fylgjandi samdøgur. Harumframt kunnu djóraeigararnir vænta sær bót frá løgregluni.

Onki vistingargjald er ásett fyri gæs, dunnur, høsn, seyð, ross og onnur stórdýr, tí hesi djór verða ikki tikin upp, men aktingarmaðurin setir seg í samband við eigararnar ella røktingarmannin.

Vestmanna Kommuna fer nú at gera samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum. Tá henda er staðfest, fer aktingarmaðurin til verka sambært mannagongd, sum verður løgd út á heimasíðuna.