Líkbilur

26.05.2006

Tilvildarlig mynd

Frá í heyst av, verður líkbilur tøkur í Vestmanna, Kvívík, Sandavági og Miðvági.

Bygdarráðini í hesum bygdum eru samdar um, at tær skulu felags verða um at veita hesa tænastu í bygdum teirra. Bilur er bílagdur úr Íslandi og verður hesin nú gjørdur klárur til endamálið. Bilurin kemur at standa fast í Vestmanna, og felags endamálsorðing skal gerast fyri nýstluna av bilinum.

                                                        Tilvildarliga vald mynd