Líkvognur

13.12.2006

Sum flestu kunnugt hava Vestmanna, Kvívíkar, Sandavágs og Miðvágs kommunur í felag keypt ein líkvogn.

Hesin er komin til landið og pappírini eru fingin í rættlag.

Líkvognurin hevur støð í Vestmanna, og tað er Vestmanna Kommuna, sum setur bilførara. Annfinn Bláhamar er settur sum ábyrgdarhavari, og kemur hann saman við øðrum at røkja vognin.

Líkvognurin er keyptur og tilgjørdur av somu íslendsku fyritøku, sum Vestmanna kommuna keypti sløkkiliðsbilin frá.

 

Reglugerðin fyri líkvognin sæst undir kunning á heimasíðuni.