OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Ljóðmátingar gjørdar av MV Arctica

30.04.2020

Vestmanna Kommuna hevur saman við havnarumsjónarmanninum gjørt eina roynd við at hava eitt skip inni, sum larmar sera nógv.

Nógvir borgarar hava verið órógvaðir nógv av ljóðunum frá skipinum, meðan onnur ikki hava merkt nakað stórvegis. Fyri at fáa greiðu á, hvussu nógv óljóð skipið veruliga gevur, blivu ljóðmátingar gjørdar í tíðarskeiðinum 29. apríl 2020 kl. 01-02.

Mynd 1 vísir staðseting av mátipunktum og skipunum (óljóðskeldunum). 








 

 

 

Økini eru mett soleiðis:
• Havnalagið roknast sum ídnaðarøki (havna- og vinnuøki)
• Restin av bygdini roknast sum bústaðarøki.

 

Markvirðið fyri óljóð í Vestmanna Kommunu eru víst í talvu 1 niðanfyri:




 


  

Mátingarúrslitini geva hesi úrslit:









 

 

 

Steingrund Akustik, sum hevur gjørt kanningina, tekur soleiðis samanum:

“Í støðuni tá ið máting 1 bleiv gjørd (um náttina), eru 95% ella meira sannlíkindi fyri, at farið er upp um markvirðið í mátipunktunum 1, 3, 4, 5, og 7. Í ávísum punktum er mátaða óljóðið upp móti 20 dB oman fyri hámarkið, sum er heilt nógv.“

Vestmanna Kommuna saman við havnarumsjónarmanninum eru samd um, at hetta skipið gevur alt ov nógvan larm frá sær, og tí fær hetta skipið og onnur líknandi skip ikki loyvi at koma á Vestmanna aftur.
Ynskið er tó framvegis at fáa væl meira virksemi á havnaøkinum í framtíðini. Tí koma vit oftari at síggja skip á vágni. Men tó so skulu hesi skip kunna halda seg innan fyri lógarásettu karmarnar fyri m.a. larm og dálking, so at økta virksemið ikki gongur út yvir trivnaðin hjá borgarunum.

Miðlarnir hava ført fram, at bygdarráðið hevur tikið havnaumsjónarmannin av ræði, men hetta er als ikki so. Vestmanna Kommuna og havnarumsjónarmanninum hava í felag roynt eina loysn við hesum skipum, sum vit tó mugu ásanna gevur ov nógvan larm frá sær.

Vestmanna Kommuna og havnarumsjónarmaðurin vóna, at virksemið á havnaøkinum fer at økjast munandi í framtíðini, og at Vestmanna Kommunu, borgararnir og trivnaðurin í bygdini kunnu ganga hond í hond og skapa alt fleiri inntøkur til okkara bygd.