Loyvi til nýggjársbál

Nú nærkast aftur til nýggjársaftan og tey árligu nýggjársbálini runt um í bygdini.

Víst verður á, at brenning av nýggjárs- og jóansøkubálum o.t. bert er loyvt, um kommunan hevur givið loyvi til tess og um brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið.

Umsóknarblað kann heintast her, og skal verða brunaumsjónarmanninum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. desember 2009 kl. 12.
Umsóknarblaðið fæst her. ella við at venda sær til brunaumsjónarmannin á tlf. 770 112.

Les eisini vegleiðing frá Umhvørvisstovuni - Brenning á báli ella eldstaði