BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 27.02.2018

LÝSINGAR

Bókavørður
Freist 22.02.2018 kl. 12

Frítíðaravloysarar til VEKS
Freist 22.02.2018

Ergoterapeutur og
fysioterapeutur til VEKS

Freist 28.02.2018 kl. 12.00 


Loyvi til nýggjársbál

29.12.2017


Nú nærkast aftur til nýggjársaftan og tey árligu nýggjársbálini runt um í bygdini.

Víst verður á, at brenning av nýggjárs- og jóansøkubálum o.t. bert er loyvt, um kommunan hevur givið loyvi til tess og um brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið.

Umsóknarblað skal vera brunaumsjónarmanninum í hendi í seinasta lagi leygardagin 30. desember 2017 kl. 12.
Umsóknarblaðið kann takast niður sum Word-fíla ella sum Pdf-fíla.
Til ber eisini at fáa fatur á umsóknarblaðnum við at venda sær til brunaumsjónarmannin á tlf. 770 112.

Les eisini vegleiðing frá Umhvørvisstovuni - Brenning á báli ella eldstaði