Loyvi til nýggjársbál

16.12.2014

Nú nærkast aftur til nýggjársaftan og tey árligu nýggjársbálini runt um í bygdini.

Víst verður á, at brenning av nýggjárs- og jóansøkubálum o.t. bert er loyvt, um kommunan hevur givið loyvi til tess og um brenningin ikki er til ampa fyri grannalagið.

Umsóknarblað skal vera brunaumsjónarmanninum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. desember 2010 kl. 12.
Umsóknarblaðið kann takast niður sum Word-fíla ella sum Pdf-fíla.
Til ber eisini at fáa fatur á umsóknarblaðnum við at venda sær til brunaumsjónarmannin á tlf. 770 112.

Les eisini vegleiðing frá Umhvørvisstovuni - Brenning á báli ella eldstaði