BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 17.04.2018

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk at sláa
freist at søkja: 23.05.2018

Námsfrøðingur til dagstovnaøkið
freist at søkja: 30.05.2018

Reingerðarfólk til Látipípuna
freist at søkja: 30.05.2018


Lutir til jólasøluna 2011

21.11.2011

Nú styttist til jólasøluna, og tað munnu vera mong, sum bíða spent uppá, hvat ið sølan hesuferð hevur at bjóða.

Tey, ið ynskja at lata lutir inn til Jólasøluna 2011, verða biðin um at seta seg í samband við Maluna Stórá, tlf. 272922, millum kl. 19 og 21. Malan gevur seljarunum boð um, hvussu vøran skal merkjast oa.

Tikið verður ímóti lutum til søluna mikukvøldið 23. november '11 kl. 19 - 21. Um onkur lutur ikki er liðugur tá, ber til at lata teir inn hóskvøldið kl. 19-21.

Jólasølan 2011 letur upp aftaná at jólatræið í bygdini er tendrað, tvs. uml. kl. 19 fríggjadagin tann 25. november '11.

Vegna fyrireikararnar
Malan Stórá - tlf. 27 29 22