Magni Mohr og Katrin Olsen vitja VÍF

SPENNANDI ÍBLÁSTUR TIL ÍTRÓTTARÁHUGAÐI
við Magna Mohr, Ítróttarprofessara og Katrin Olsen, OL-rógvara verður í Auluni leygardagin 17. januar, kl. 18.00.

Magni Mohr kemur at tosa um fysiskar venjingarkategoriir í mun til fysisk krøv í ítróttargreinum (kappróður og hondbólt sum høvuðsdømi).

Katrin Olsen kemur at tosa um hennara royndir frá kappróðri í Føroyum og til OL-rógving.

Eisini verður møguleiki at seta teimum báðum spurningar.

Kappróðrardeildin hjá VÍF, sum skipar fyri tiltakinum, vónar, at øll tey, ið hava ætlanir um at rógva í summar, hondbóltsleikarar og venjarar, koma til tiltakið. Eisini eru øll ítróttaráhugaði vælkomin.