BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 28.06.2017

Makaskifti millum Vestmanna Kommunu og SEV

Vestmanna Kommuna og SEV hava í dag undirskrivað sáttmála um makaskifti.
Vestmanna Kommuna letur SEV matrikul nr. 216u – goymsluøkið,sum SEV hevur inni á Fjørð. Meðan SEV letur Vestmanna Kommunu matriklarnar nr. 266a og 266k við ástandandi bygningum. 266a er ognin hjá SEV niðan fyri Niðara Veg við ástandandi bygningum – Winthers hús, skrivstovubygningurin, gomlu sethúsini við hjalli og gamla pakkhúsið. 266k er ognin oman fyri Niðara Veg, millum húsini hjá Honnu Kampmann og Maju Nielsen.

Í sáttmálanum hevur Vestmanna Kommuna tryggjað sær forkeypsrætt til 216u, um SEV selur ognina. Haruframt er ásett í sáttmálanum, at SEV leigar bygningarnar fram til 31.12.2010 fyri somu upphædd, sum teir leigaðu 216u, á tann hátt fær Vestmanna Kommuna ongan inntøkumiss í 2010.

Samtykta makaskiftið er eitt gamalt mál, sum fleiri bygdarráð hava viðgjørt seinastu 23 árini. Tí eru báðir partarnir væl nøgdir við, at vit loksins eru komin á mál.

Vestmanna Kommuna hevur brúk fyri pørtum av ognunum hjá SEV í sambandi við ætlaða breiðkan av Niðara Vegi. Vit vænta eisini, at bygningarnir kunnu geva kommununi inntøkur, antin við útleigan ella sølu.

Gomlu sethúsini við hjalli og gamla pakkhúsið eru friðað, tí kann tað næstan tykjast sum ein kommunal skylda at taka ábyrgdina av teimum. Vit vóna, at hesir bygningar einaferð í framtíðini kunnu nýtast til mentanarlig endamál, frítíðarvirksemi, móttøkur o.a.