BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Mannfólkakvøld á Bryggjuni

29.09.2010

Lýsing:

 Maður!
Set grýtuna frá tær, lat uppvaskið standa og kom á barr!

Leygarkvøldið verður Bryggjan á Vestmanna karmur um eitt kvøld, har maðurin kemur í fyrstu røð.
Í barrini hittir tú sexolog til eitt prát um parlag og kynslív, tú hittir stylecoach til prát um tín kropp og klæðir - og seinni um kvøldið kanst tú lata heilan taka sær av løttum, meðan vøkur sprund koma við hugskotum til jólagávuna til hennara, sum tú helst ynskir at lata í til at lata úr.

Hevur tú hug til enn meira, so kanst tú longu nú byrja at gleða teg til endan á kvøldinum, tá áhugaverd og provokerandi heimasíða kemur at vísa fram vøru, sum tú annars ikki finnur á føroysku handilshyllunum.

Freistar hetta eisini teg? So hittast vit á Bryggjuni í Vestmanna leygarkvøldið tann 2. oktober 2010 kl. 20.00.

Kostnaður fyri alt kvøldið er 250 krónur og er 18 ára aldursmark.