BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Mannfólkaútferð & Kvinnuútferð

27.06.2012

Hey Vestmenningar

7Adventures fer nú at taka táttin uppaftur, ið Rógvi Nilsen byrjaði við fyri nøkrum árum síðan. Nemliga útferð, ella firmatúr, kallar onkur dagin.
Fyri nøkrum árum síðan, byrjaði Rógvi at skipa fyri eini útferð fyri menn, handverkarar og smáar fyritøkur, í Vestmanna og Kvívík. Hendan útferð var so væl eydnað, at tað vaks við tilmeldingum fyri hvørt ár. Rógvi er síðan farin at sigla, og síðan datt hendan uppliving niðurfyri. 7Adventures hevur so valt at byrja uppá hesa uppliving aftur.

Mannfólkaútferð/Kvinnuútferð
Vit fara at kalla henda dagin fyri eina mannfólkaútferð, ein dagur har einans menn sleppa við. Og seinni skipa vit fyri eini kvinnuútferð, har einans kvinnur sleppa við, helst í juli ella august.

Tíndhólmur 13. juli 2012:
Mannfólkaútferðin verður út í Tindhólm í ár, um nóg nógvir tekna seg. Avgjørt er, at útferðin verður fríggjadagin 13. juli 2012.
Farið verður frá Torginum kl. 10.00 við bussi til Sørvág, har báturin Brynhild bíðar okkum.

Í Tindhólmi:
Í Tindhólmi hava vit ein ferðaleiðara við, ið fer at greiða okkum um dagin og siga frá ymiskum søgum og sagnum. Eisini fara vit at ganga runt hólmin og hyggja at toftunum, har einasta húski á Tindhólmi hava búð. Eisini ein túr oman í fjørðuna, har ið Vágamenn byrjaðu at halda grind til, ja tað bleiv bíðað til vestmenninganir komu vestur ”Latið Vestmenninganar koma til”.

Í Tindhólmi fáa vit matpakka og kaffi omaná. Felagsangur við guitara kemur at sermerkja dagin eisini.

Tíðir/at hava við:
Vit møta á Torginum kl. 10.00.

Tit verða bidnir um at hava heit klæði við, grønu ella okkaru sangbók við, eisini er onkur vælkomin at hava okkurt ljóføri við. Drykkivørur o.a. hava tit við sjálvir.

Vit vænta at vera aftur í Vestmanna uml. kl.19.00

Tilmelding/gjalda
Tit tekna tykkum við at ringja til 7Adventures á 289090 ella skriva mail til 7Adventures á info@7adventures.fo. Síðsta freist til tegning og gjalding er týsdagin áðrenn ásett dato. Peningurin skal flytast á konto 6460. 378.569.8. Viðmerk navn/nøvn, tá goldið verður. Um tað er soleiðis, at onkur hevur teknað seg og goldið til fyrsta dato, og tann dagurin verður avlýstur, verða penganir fluttir aftur. Prísur pr persón er 650.-.

Góðan túr

Vinarliga

7Adventures