BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Markatalsmarkið

Dómur er nú feldur í málinum millum Vestmanna Kommunu øðrumegin og Matrikulstovuna og hagarnar í Kvívík hinumegin. Vestmanna Kommuna metti ikki, at Matrikulstovan hevði heimild til at seta markatalsmark millum Vestmanna og Kvívík út eftir havnini. Hagarnir í Kvívík kravdu, at Vestmanna Kommuna góðtók markið, sum Matrikulstovan hevði ásett.

Føroya Rættur frídømdi Matrikulsstovuna og hagarnar í Kvívík. Rætturin metti, at Matrikulstovan hevði heimild at áseta matrikulmarkið, rætturin metti eisini, at ásetta markið er sett eftir sakligum grundgevingum og eftir vanligum siðvenjum.

Vestmanna Kommuna er sjálvsagt ikki nøgd við dómin, og bygdarráðið fer í næstum at taka støðu til, um dómurin skal kærast til Landsrættin.