Markatalsmerkið - Vestmanna Kommuna kærir

Vestmanna Kommuna viðgjørdi á bygdarráðsfundi 26.05.’09 dómin hjá Føroya Rætti í sakarmálinum millum Vestmanna Kommunu øðrumegin og Matrikulstovuna og hagarnar í Kvívík hinumegin. Bygdarráðið samtykti einmælt at kæra dómin til Landsrættin. Grundgevingarnar at kæra eru fleiri. Vit halda framhaldandi, at Matrikulstovan – nú Umhvørvisstovan – ikki hevur heimild at seta markatalsmark millum bygdirnar langt úti á sjónum. Vit halda ikki, at ásetta markatalsmarkið er sett eftir haldgóðum fortreytum og rættari siðvenju. Vit kunnu ikki góðtaka, at ásetta markatalsmarkið fer gjøgnum ætlað ídnaðarøki í góðkendari byggisamtykt hjá Vestmanna Kommunu. Harumframt mæla løgfrøðiligir ráðgevar hjá kommununi til at kæra dómin, tí teir meta, at sannlíkindi eru fyri, at Landsrætturin kemur til aðra niðurstøðu enn Føroya Rættur.

Sakarmálið hevur ikki nakað við spurningin um, hvar kommunumarkið millum Vestmanna og Kvívík eigur at vera. Rættarmálið eigur tí ikki at hava nakra ávirkan á samráðingar millum kommunurnar um møguliga samanlegging.

Vestmanna Kommuna fer at endurskoða sína avgerð, um Vestmanna og Kvívíkar kommunur leggja saman ella verða lagdar saman.