BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 30.05.2017

LÝSINGAR



Marknaðardagur á Vestmanna-døgunum

15.06.2013

Leygardagin 22. juni kl. 14.00 – 18.00 verður skipað fyri Marknaðardegi í Ítróttarhøllini.

Tað, sum tú ikki longur hevur brúk fyri, kann vera júst tað, onkur annar leitar eftir. So hevur tú búnýti, leikur, klæðir, innbúgv ella okkurt heilt annað, ið tú ynskir at selja, hevur tú nú møguleikan.
Vit seta ikki mark fyri, hvat tú selir. Tað kann sostatt bæði vera brúktir lutir ella nýggir lutir, eitt nú heimavirkað vøra, sum vestmenningar eru so óførir til.

Borð verða sett upp í Ítróttarhøllini, har ið tú kanst selja tínar lutir.
Til ber at fáa eitt borð frá kl. 13. Tú setir upp, selur og ruddar av sjálv/-ur.

Spurningar kunnu setast til Maud Poulsen, tlf. 770 102.