Hátíðarløta fyri Martin Joensen

Røðan, sum Karl A. Olsen, borgarstjóri, helt á hátíðarløtuni og myndir frá løtuni.

Vælkomnir vestmenningar, gestir og Martin til hesa samkomu.

Ætlanin hjá mær er at siga nøkur fá orð um listamannin Martin Joensen og í stuttum royna at lýsa ein part av hansara list. Av tí at hetta er ein hugnaløta, so fari eg ikki at hava eina drúgva bókmentafrøðiliga viðgerð av ritverkinum hjá honum. Men heldur vísa á nøkur eyðkenni í hansara skaldskapi.
Eg fari heldur ikki at greiða frá lívi, uppvøkstri og uppvakstrarumhvørvi hjá Martini, hóast vit kennast og eru uppvaksnir í sama umhvørvi - tó er ein ávísur aldursmunur. Eg kundi tó sagt ymiskt um Martin, tí hann hevur verið lærari hjá mær, og vit hava enntá verið arbeiðsfelagar á fiskavirkinum onkra summarfrítíð.
Martin er eitt fjølbroytt listafólk, hann yrkir, ger tónleik, teknar og málar. Hann fekk sær enntá útbúgving sum teknari og grafikari.
Beinleiðis orsøkin til hesa hugnaløtu er, at Martin Joensen uppiborið hevur fingið M. A. Jacobsen heiðurslønina. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Martin fær eina heiðursløn. Longu í 1980 – tá hevur hann verið 27 ára gamal – fekk Martin Barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs  saman við Martini Næs fyri bókina ”Per og eg”; Martin teknaði myndirnar í bókini. Í 1983 vann hann eina yrkingakapping, sum Útvarp Føroya skipaði fyri, við tí sera vøkru yrkingini ”Ró”.
Aðrar orsøkir eru eisini at hava hetta tiltak fyri at heiðra Martini. Hann er eitt avbera gott umboð fyri sína heimbygd, og hann hevur givið okkum nógv. M.a. hevur hann yrkt Vestmannasangin og VÍF-sangin.
Hóast Martin størsta partin av lívinum hevur búð í útlegd, so er hann kortini heimbýlisskald. Onkuntíð er hann í sildaroki í Singapore og nevnir rukkulív í London Town; men aloftast nýtir hann heimligt umhvørvi í sínum skaldskapi. Ofta verður okkara bygd og okkara umhvørvi nýtt til at staðseta yrkingarnar. Vit fara í Heygadal, eru á Gerðisheyggi og í yrkingini ”Heima” njóta vit eina hugnaliga løtu í Heygatúni saman við Nicolinu, Onnu Sofíu, kettlingum, Davy Crockett og Beatles. Hesin Heygahugnin verður tó órógvaður av eini hending úti í stórheimi - Kennedy er skotin.
Martin er ikki heimføðingur, sum lýsir barndómsins mistu friðsælu, men yrkjari, sum tvinnar heimliga gerandisdagin saman við hendingum og rákum uttan úr stórheimi. Onkursvegna minnir hetta meg eitt sindur um skaldskapin hjá Williami Heinesen, har heimbýlið – mikrokosmos – speglar stórheimin – makrokosmos.
Yrkingin ”Heima”, sum eg nevndi í áðni, er eisini eitt dømi um, at alheimsgerðin ikki er so nýggj,  sum onkur halda. Hóast  hvørki sjónvarp ella internet var, so kom útheimurin til okkum; konurnar á Heygum skiltu væl, hvør stórhending tað var, at Kennedy varð myrdur.
Hóast tekstirnir hjá Martini oftast eru merktir av einum løttum og viðhvørt skemtiligum huglagi, so hómast tó eisini onkuntíð ein meiri álvarsligur dámur. Hetta sæst m.a. í niðurlagnum á góða sanginum ”Morgun”:

Ábyrgdin á tínum herðum
gáva frá okkum til tín
byrða, ið tung er at bera
ber hana betur enn vit.

Heimurin er ikki fullkomin, og lívið er ikki eitt spæl.
Eins og hjá flest øðrum listafólkum, so ávirka persónligar upplivingar og hendingar listina hjá Martini. Talan er bæði um eydnurík upplivisi og daprar hendingar, sum t.d. kunnu vera merktar av sjúku og deyða. Sum dømi fari eg at lesa eina stutta yrking, sum er íblást av, at Iggi doyði alt ov ungur – yrkingin eitur ”dimmið lættir”:

dimmið lættir
allar ættir
tiga
við títt høvdalag

meðan sól og summardái svóvu
yrkti náttin ein nýggjan dag

dimmið lættir
ljóst
er aftur

meðan hav og hamrar søtan svóvu
sang tær systir eitt lag so blítt.

Her er bæði sorg og saknur, men samstundis eisini vón um ein nýggjan bjartan dag.
Martin - Eg fari vegna Vestmenna Kommunu og allar vestmenningar at ynskja tær tilluku við M. A. Jacobsen heiðurslønini; samstundis fari eg at minna teg á, at hóast M. A. Jacobsen heiðurslønin er ein stór viðurkenning, so er størri at vera skald, sum hevur fólksins tokka. At enda ynski eg tær eina langa, skapandi og heilsugóða framtíð. 

Takk fyri.