Tíðindaskriv frá MBF

MBF hevur í dag fingið nýggja heimasíðu. Tíðin var nú komin til at gera ein nýggja og meiri nýmótans heimsíðu, ið kann virka sum ein kunningardepil fyri øll, ið hava áhuga og brúk fyri at vita ,  hvat hendir á økinum hjá MBF.

 

Vit halda , at vit hava fingið eina spennandi heimasíðu, og vit stremba eftir, at hon vil verða eitt tíðandi talirør út í samfelagið. Vit koma at leggja út  okkara viðmerkingar til politikk á brekaðøkinum, nýtt frá grannunum í Norðanlondum, og annars greinar og viðmerkingar, sum hava við brek at gera.  Limafeløgini í MBF eru øll  at finna á  heimasíðuni.

 

Heimasíðan er at finna á www.mbf.fo