BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Minningarhald teirra sjólætnu

02.11.2006

Góða samkoma!

 

 

Í okkara landi verður  mangan sipað til kristin virðir og kristna siðvenju.

 

Ikki minst í kjaki, har tað mangan einki er at taka seg aftur í, at hesi orðini verða brúkt sum eitt mantra ella kanska heldur eitt runublak, og helst tá argumentini mangla, men tað er ikki tað óvirðiliga og ókristiliga brúkið nemast skal við hesa løtuna, tað er heldur spurningurin um, um tað er eitt kristið virði, at vit sum fólk taka eina løtu burturúr teimum skundmiklu gerandisdøgunum fyri at minnast okkara deyðu. Og - sum siður er hjá okkum allahalgannadag - fyrst og fremst tey, sum havið kravdi.

 

 

Í víðagitnu heimskendu bók síni "Kærlighedens gerninger" - knappar 450 síður við støði í tí dupulta kærleiksboðnum - hevur Kierkegaard eisini eitt kapitul, hann kallar: "Den kærlighedens gerning at mindes en afdød". Í fororðinum ger Kirkegaard greitt, at bókin skal ikki uppfatast sum annað enn "kristelige overvejelser", sum skulu skiljast spakuliga og tó eru lættfatuligir. At skriva sum so um "kærleika" er eitt alt ov stórt evni, men tað ber til at tosa um kærleiksfullar gerðir og kærleiksfulla atferð, um vit væl at merkja alla tíðina minnast til, at tað, sum er komið á pappírið, bara er ein viðfáningur av tí ótømandi, óteljandi og ósigandi, sum hongur uppi í evninum.

 

Í kapitlinum "Den kærlighedens gerning at mindes en afdød" byrjar Kirkegaard við at siga, at tá evnið er stórt og fjølbroytt, so er tað vanligt at finna okkurt serstakt øki, sum í grundini sigur tað heila.

 

Tað, sum sigur mest um lívið, sigur Kierkegaard, er deyðin. Eingin hevur so stóra makt yvir lívinum sum deyðin, tí eingin kann sum deyðin gjøgnumskoða alt tað, okkara sansir snýta okkum við, og eingin er sum deyðin førur fyri at hugsa alt aftur til einki. Um vit verða ørkymlað av øllum teimum mongu vegunum í lívinum, sum tað ber til at velja og vraka, so eiga vit at ganga okkum ein túr út til tey deyðu, tí "har møtast allir vegir", sum eisini vit onkuntíð syngja, har síggja vit tað lætt og einfalt. Um vit undrast um og troyttast av øllum ymiskleikanum í lívinum hjá okkum sjálvum og øðrum, so er tað eisini rætta staðið: Tað er eingin munur á "frændum í moldini", einans skyldskapur. At allar menniskjur eru av sama blóði, hava lívsins ættarband ella skyldskap í felag, tað kunnu vit so ofta avnokta í lívinum, men í moldini, við deyðans ættarbandi, ber ikki til at avnokta skyldskapin. Her verður tað greitt, sum vit ongantíð náddu í lívinum: Her búgva øll líka, øll hava umleið sama rásarúm, útsýnið er tað sama, sólin kemur líka væl fram at øllum, og er tað onkur lítil munur, at onkur hevur nakrar sentimetrar meira enn ein annar, ella onkur hevur ein runn ella eitt træ, sum onkur annar ikki hevur, so er tað kærleiksfulla við deyðanum júst hetta, at hann - eisini skemtiliga - minnir okkum á, at so vóru munirnir í lívinum heldur ikki størri. Í deyðanum vendir lívið aftur til barndómin, har tað sáliggerandi kundi vera at ein átti ein stein, ein annar eina blómu, ein triðji eitt træ, og hesi smáting kundu uppfatast sum ein ábending um tað, sum seinni í lívinum gjørdi teir stórur munirnar, men millum tey deyðu síggja vit, hvussu lítið tað var. "Um ein mamma hevði gloymt barnið hjá sær, so hevði barnið givið ljóð frá sær og mint á seg sjálvt," sigur Kirkegaard. "Men tey deyðu minna ongan livandi á seg sjálvi.... Tey gera ikki vart við seg, tey noyða ongan, tey krevja ikki tað allarminsta".  Og tað er júst tí, at tað at minnast tey, vit hava mist, kann siga nakað um okkara kærleika: Vit fáa einki "afturfyri", men vit verða heldur ikki biðin um nakað; vit kunnu siga tað, vit leggja í, men vit fáa einki svar; einki við- ella mót-spæl, einki av øllum tí, sum kærleiki millum livandi menniskjur eisini inniber. Tað er eingin, sum krevur minni av einum livandi  enn tann deyði, og tað er eingin myndugleiki ella nakar annar, sum kann blanda seg uppí, hvussu vit minnast tey, vit hava mist, so alt tað vakra vit annars kunnu finna uppá at siga um kærleikan, at hann má verða frælsur, treytaleysur, tolin og hvat annað, vit nú halda hoyra seg til, tann møguleikan hava vit júst, tá vit minnast tey, vit hava mist.

 

 

- Mangt annað kundi verðið tikið fram av Kierkegaards´a bæði djúpu og einføldu hugsanum um at minnast okkara deyðu, men fyri at koma aftur til, har eg byrjaði, um tað er eitt kristið virði at minnast okkara deyðu, so haldi eg, svarið er ja.

 

Sum tað eisini er siður hjá okkum, so leggja vit okkara deyðu í Guðs hond, í vón um, at Guð røkkur, har vit ikki sjálvi røkka. Við takksemi fyri tann partin av lívinum, okkum untist saman, og við virðing fyri og samkenslu við teimum, sum hava mist. Lívið kostar jú lívið, um tað í okkara eygum er stutt ella langt. Og sorg er ikki so nógv tómleiki, sum hon er fylla, fylla av øllum tí, sum í bókstaviligari merking  ger hvørja einstaka menniskju einastandandi og hvørt einstakt lív til eitt guðgivið lív. Tað er eisini eitt menniskjuvirði, vit hava við okkum úr kristindóminum, og tað kundi so eisini mint okkum á, at eisini okkara livandi medmenniskjur hava sítt egna guðgivna lív at umsita, og sum tey ikki standa okkum øðrum til svars fyri. Kierkegaard sigur tað soleiðis: Far tú og ger tað kærleiksfulllu gerðina at minnast tey deyðu, tí tað er tann mest ósjálvsøkni kærleikin, tann frælsasti og tann mest trúfasti. Minst til tann deyða og lær teg av tí at elska tey livandi ósjálvsøkið, frælst og trúfast.

 

 

Havið hevur altíð mint okkum føroyingar á, at lívið er vandamikið. Havið gevur, og havið krevur. Mangan einasti vegurin fyri útkominum, men eisini einasti vegurin hjá forvitninum, menningini, nýhugsanini og nýskapanini. Aðrir vandar á landi og í luftini eru komnir aftrat, sum líkaleiðis geva og krevja. Altjóðagerðin, sum er eitt av livikorunum nú í tíðini, skuldi - tá útlitini vórðu bjartast - sambinda alla verðina í eitt og lata okkum varnast okkara alheimsskyldskap sum menniskjur. Í staðin er gjógvin vaksin millum rík og fátøk, framkomin og ikki framkomin lond, og um allan heimin mennast bólkar, sum einvíst og snævurskygt royna at fáa sítt sjálvsøkni ígjøgnum, við góðum viðhvørt, men ofta við illum, so sjálvt stórar og sterkar tjóðir verða noyddar í knø. Kristindómurin hevur í okkara heimsparti, serliga síðani trúbótartíðina verið við til at ment tey samfelagsvirðini, vit nú seta høgt. Mannarættindini t.d. Talufrælsið kom t.d. frá tí lutherska sjónarmiðinum, at hvør menniskja hevði rætt til sjálv at lesa í bíbliuni og tulka hana. Skúlarnir líkaleiðis, tí har sum trúgv og vitan ikki ganga hond í hond, villast bæði. Og alla-halganna-haldið komst av eini uppgerð við ta ókristiligu menniskjufatanina, sum í Guðs stað loyvdi sær at upphevja - og harvið eisini niðurgera! - summar menniskjur, fyri í staðin at peika á, at einhvør menniskja er halgað av Guði. Tað hevur verið eitt eyðkenni fyri menniskjuna - í mun til djórini - at hon er før fyri - og oftast heldur ikki kann lata vera við - at leita útum sín egna sjónarring. Kristindómurin hevur lært okkum at síggja lívið úr Guðs sjónarringi, og um hann framhaldandi skal gera tað, velst um, hvussu vit velja at bera hann víðari: Víðskygdan, víðsjónsløddan, opnan og inklusivan, sum hann byrjaði við boðunum Farið út til øll fólkasløgini..., ella einoygdan, nalvaskoðandi og innibyrgdan.

 

 

Ein alla-halganna-dag gevur tað tó onga meining at halda, uttan at vit hava Guðs alheimsvíða sjónarring við. Við samkenslu við øllum, sum hava mist, og við virðing og takksemi fyri lívið og tey, sum farin eru, savnast vit um alt landið í dag.

 

 

Vit reisa okkum, meðan vit lesa nøvnini á teimum, sum farin eru, og í tøgn eina løtu kunnu vit minnast teir, teirra avvarðandi og øll okkara, sum vit hava mist.

 

 

Teir, sum farnir eru, eru sambært Føroya Fiskimannafelag, hesir:

 

 

Hans David Petersen, Viðareiði, 23 ár,

druknaði við Norðborg í Klaksvík 12.november 2005

 

 

Kartni Reynheim, Tórshavn, 56 ár,

 

druknaði 13.september 2006 við bryggjuna í Havn

 

 

Mads Ingi Jensen, Nólsoy, 51 ár,

druknaði 14.september 2006 við "Hvalnes" í Nólsoyarfirði á ferð til Havnar.

 

 

.

.

Ærað verið teirra minni.

 

                                                                                                       

Takk fyri!


 

Myndir frá minningarhaldinum.