BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 20.06.2017

Møtirøð í Auluni í skúlanum 13. og 14. september

Tíðindaskriv:

Komandi vikuskifti vera áhugaverd møtir í Auluni í skúlanum í Vestmanna.

Tað eru teir somu, sum høvdu møtir í apríl mánaða í ár: Rógvi Joensen, Bogi Simonsen, Petur Mohr og Petur á Roykheyggji. Tað vera 2 møtir hesuferð, og byrjað verður leygarkvøldið 13 sept. kl 20:00 og hildið verður fram sunnukvøldið 14 sept. kl 18:00.
Áhugavert er sangkreftirnar. Kristina Bærnedsen og Asta Højgaard vera við á møtunum við sínum framúrskarandi røddum og sangkynstrið. Tær eru kendar frá festivalum og størri sangmøtum.
Talarnir hesi møtir vera Rógvi Joensen Klaksvík, Bogi Simonsen Klaksvík, Jákup Hansen Klaksvík og onnur úr vestmanna.
Hetta eru talarar, sum eru kendir runt um í landinum og sum eisini luttóku tá ið møtirøðin var fyrr í ár.

Fyrireikarnir vóna at síggja so nógvar Vestmenningar, og onnur,  sum til ber.
Endamálið við møtunum er at boða gleðiboðskapin um Jesus Kristus, til ein tystan heim.
Eftir hvørt møtið verður ein kaffimunnur við onkrum afturvið og høvi verður til samtalur og forbøn.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møtir.