Musikkskúlin

Musikkskúlin í Norðstreymoy bjóðar holla frálæru í klaver, messingljóðføri, violin, cello, bólkaspæli og hornsamanspæli.

Lærararnir eru allir serútbúnir innan sítt øki.

Tað er ein sannroynd at børn, ið eru virkin innan tónleik, verða betur fyri til at taka við lærdómi innan aðrar lærugreinar, og betur før fyri at samskifta við onnur.

Sokrates: "Tær týdningarmestu greinirnar eru tær listarligu og tær likamligu. Tá tær eru upp á pláss, kemur restin av sær sjálvum."

Nietzsche: "Eitt lív uttan tónleik er eitt mistak."

Árligi kostnaðurin fyri at spæla er kr. 1.500,-. Harafturat kemur eitt gjald fyri leigu av ljóðføri, sum er kr. 300,- um árið. Um fleiri í sama húski eru tilmeldaði, fæst avsláttur.

Nærri fæst at vita við at venda sær til leiðaran, Atla Petersen, tlf. 286603, min@musikkinord.com