Myndir og gullkorn til Vestmanna søgu

Nú tað fer at nærkast, at Vestmanna søga verður liðug, fara kommunan og høvundurin at heita á fólk um at siga frá, um tey liggja inni við tilfari, sum higartil ikki hevur verið alment.

Myndir
Páll Hellu hevur í mong ár savnað og skannað myndir úr Vestmanna og í dag eru túsundtals myndir í savninum. Men tað kann vera, at onkrar myndir framvegis liggja í onkrari skuffu ella í eskjum undir vaðingini. Vit vita til dømis ikki um nakra mynd, sum er tikin inni í handlum fyri 50-100 árum síðani. Annars hava allar myndir áhuga, hóast tað ikki er vist, at alt blívur brúkt.

Málningar
Nógvir málningar og fleiri tekningar av Vestmanna hanga í húsum bæði í Vestmanna og í øðrum bygdum. Ætlanin er at fáa loyvi at avmynda málningar, sum kunnu brúkast til at prýða bókina. Eins og við fotomyndum hevur alt áhuga, hóast alt neyvan verður brúkt.

Skjøl
Ivaleyst eru eisini nógv skjøl av ymsum slag í varðveitslu hjá fólki. Talan kann vera um brøv ella skriv av ymsum slag. Tey kunnu hava stórt søguligt virði.

Søgur
Nógvar søgur og hendingar um viðurskifti, sum eru farin fram í Vestmanna, hava áður verið prentaðar ella eru kendar á mannamunni. Men heldur tú teg vita um okkurt, sum higartil ikki hevur verið alment, er møguleiki at boða frá.

Fólk kunnu antin siga frá á telduposti til helgi@ritstarv.fo ella við at ringja 519184. Fyri at hetta ikki skal koma í drag, fara vit vinarliga at heita á fólk um at siga frá innan 17.06 11.

Vinarliga

Vestmanna kommuna                                     Helgi Jacobsen, Lynggøta 14, 100 Tórshavn