BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Navna- og búmerkjakapping

28.08.2014

Nýstovnaða heimavirkisfelagið, sum hevur virkað í gamla handlinum hjá Niels hjá John síðani juli mánað, skipar nú fyri navna- og búmerkjakapping til felagið.

Í samband við limafundin í Norðstreymoyar heimavirkisfelag, leygardagin 30.08.2014, kl. 16.00 í Vektarbúðini, verður kapping útskrivað at finna búmerki og navn til felagið.

Ynskiligt er at fáa eitt navn og búmerki, sum fella væl og sum samljóða við virksemi felagsins.

Búmerkja- og búmerkjauppskotini skulu sendast til:

Norðstreymoyar Heimavirkisfelag
c/o Barbara Brattaberg
Rógvuvegur 1
350  Vestmanna

Merkið brævbjálvan “Navna- og búmerkjakapping”.

Navnið á uppskotsstillaranum skal ikki skrivast á uppskotini, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotunum.

Freistin hjá luttakandi at senda uppskot inn er úti tann 30.09.2014.

Nevndin í Norðstreymoyar heimavirkisfelag er dómsnevnd, og tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnu uppskotini, ella onki at velja. Eisini tilskilar nevndin sær rætt til at velja navn og búmerki frá hvør sínum uppskotsstillara. Virðislønir verða latnar.

Nýggja navnið og búmerkið verða avdúkað sama dag, sum jólatræið hjá kommununi verður tendrað, og jólasølan letur upp.

Nevndin