BYGDARRÁÐSFUNDIR
LÝSINGAR
-
KORT
VEÐRIÐ
07 Vestur - venjingar her í økinum
11.04.2018
Frá 07 Vestur:
Mikudagin kl. 16:30 verður venjing fyri børn í Kvívík. Øll eru hjartaliga vælkomin. Væntandi verður vant mánadagar og mikudagar, men nærri verður avtalað alt eftir hvussu tað passar børnunum.
07 Vestur er stovnað við málinum at verða fótbóltsfelag fyri vesturøkið, umfatandi Vestmanna, Kvívík og Vágar. Í nógv ár aftureftir hava leikarar av vestursíðuni av Norðstreymoy ferðast vestur at venja, men framyvir er ætlanin at skipa regluligar venjingar eystaru megin sundið eisini.
Í tráð við ætlanirnar fyri ungdómsarbeiðið hjá 07 Vestur, hevur felagið sett tveir ungdómsvenjarar uppá fulla tíð. Sum høvuðsungdómsvenjari er gøtumaðurin Svenn Olsen júst byrjaður, og hann kemur at standa fyri venjingini í Kvívík/Vestmanna.
Svenn hevur A-prógv sum er hægsta venjaraútbúgving, ið takast kann í Føroyum. Hann kemur úr Víkingi, har hann hevur starvast í áravís sum venjari og vegleiðari hjá ungum og vaksnum leikarum. Svenn hevur eisini starvast sum leiðbeinari og ungdómslandsliðsvenjari hjá Fótbóltssambandinum.
KOMMUNUSKRIVSTOVAN
Vestmanna kommuna
Bakkavegur 8
Postboks 91
FO-355 Vestmanna
Tel. +298 770 100
Fax +298 770 101
vestmanna(a)vestmanna.fo
Kommunuskrivstovan er opin:
mánadag-fríggjadag
kl. 9.00 - 15.00
Kontunummur
Eik Banki: 9181-123.097.4
Bank Nordik: 6460-110.628.9
Suðuroyar Sparikassi: 9870-997.298.7
Barnaansing: 6460-156.028.1
Staðið FM 101
Sunnukvøld frá kl. 21
Hóskvøld frá kl. 21 (endursendingar)