BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.09.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


1. mai á Reyða Torginum í Vestmanna

28.04.2017

  

1.maidagshald verður á Reyða Torginum í Vestmanna, mánadagin 1. mai kl. 17.00.

Hetta er fjórða árið, at skipað verður fyri 1. mai-haldi í Vestmanna, og í ár eru tað Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.

Eisini í ár  verður tað við góðum tónleikaligum stuðli frá Vestmanna Hornorkestri og tøkniligum stuðli frá ungdómshúsinum Staðnum.

Røðarar verða tey trý:

- Eyðgunn Danielsen, forkvinna í Vestmanna Arbeiðarafelag,

- Barbara Gaardlykke Apol, forkvinna í Sosialistisk Ung, og

- Jóanes Nielsen, rithøvundur.

Fundarleiðari verður Heini Holm.

Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag kaffimunn og kakubita í felagshølunum beint við Torgið.

1.mai-haldið verður kl. 17.00, so tey, sum eisini vilja vera við til 1. mai-haldið í Havn, fáa tíð til at koma norður til Vestmannar at hátíðarhalda dagin saman við okkum her.

Øll eru hjartaliga vælkomin

Vestmanna Arbeiðarafelag

Norðstreymoyar Javnaðarfelag

Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag