BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 18.06.2019

1. maihald á Reyða Torginum í Vestmanna

30.04.2019

 1. mai á Reyða Torginum í Vestmanna

 

1.mai-hald verður á Reyða Torginum í Vestmanna, mikudagin 1. mai kl. 16.00.

Røðarar verða tey trý:

- Herálvur Jacobsen, fyrrv. formaður Føroya Lærarafelags,

- Ingilín Didriksen Strøm frá Sosialistisk Ung og løgtingsvalevni, og

- Hervør Pálsdóttir frá Unga Tjóðveldi og løgtingsvalevni

 Fundarleiðari verður Páll Hellu, formaður í Vestmanna Arbeiðarafelag

 Hetta er sætta árið, at skipað verður fyri 1. mai-haldi í Vestmanna, og eins og til sera væleydnaða tiltakið í fjør, eru tað aftur í ár Vestmanna Arbeiðarafelag, Norðstreymoyar Javnaðarfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag, ið hava tikið seg saman um at hátíðarhalda altjóða verkamannadagin.

Eisini í ár  verður tað við góðum tónleikaligum stuðli frá Vestmanna Hornorkestri undir leiðslu av Atla Petersen og tøkniligum stuðli frá ungdómshúsinum Staðnum við leiðaranum Paula Magnussen.

Aftaná røður og tónleik bjóðar Vestmanna Arbeiðarafelag drekkamunn og kakubita í felagshølunum beint við Torgið.

 Øll eru hjartaliga vælkomin

 Vestmanna Arbeiðarafelag

Norðstreymoyar Javnaðarfelag

Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag