BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.05.2018

LÝSINGAR

Stuðul til dagstovnaøkið
freist at søkja: 28.06.2018


20 nýggir ferðaleiðarar

31.05.2018

 





 

Mikudagin 30. mai fingu 20 nýggir ferðaleiðarar handað prógvini á Miðnámi í Vestmanna. Tey hava síðan fyrst í september mánaða í fjør gingið á ferðaleiðaraskeiðnum, sum skúlin hevur skipað fyri. Skeiðið hevur vart í umleið 170 tímar. Umleið tveir triðingar av skeiðnum hevur verið skipað sum undirvísing á skúlanum eitt kvøld um vikuna, meðan tann seinasti triðingurin hevur verið skipaðar sum vitjanir á søvnum, í kirkjum og aðrastaðni og sum túrar í náttúruni. Summir av nýggju ferðaleiðararunum eru longu farnir til arbeiðis.

Tey, sum hava fingið prógv sum ferðaleiðarar eru: Alice Mortensen, Andrias Thomassen, Anna Rúna Jacobsen, Bergljot D. Hentze, Birgit Rønne Hansen, Danny Danielsen, Edny Poulsen, Elin Neshamar, Ingunn Schiller, Jakoba Hansen, James Olsen, Jón Á. Asgeirsson, Lydia Gardar, Myrna Lind Jacobsen, Pól Sundskarð, Rannvá Mortansdóttir, Samson Højgaard, Sunnvá á Geilini Asano, Sveinur Tróndarson og Øssur Eysturoy.