OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Agnar er umsjónarfólk við Vestmannahavnar Havn

06.12.2019

Agnar Joensen er settur í starv sum umsjónarfólk við Vestmannahavnar Havn. Hann byrjar í starvinum 1. januar 2020. Umframt at arbeiða á Vestmannahavnar Havn verður Agnar eisini partur av arbeiðstoyminum hjá Vestmanna Kommunu.

Agnar er vestmenningur, hevur útbúgving sum maskinsmiður, og hevur drúgvar starvsroyndir sum handverkari, bæði í starvi hjá øðrum og tey seinastu árini við egnari fyritøku

Í frítíðini hevur Agnar drúgvar royndir bæði sum spælari og venjari hjá VÍF, og honum dámar eisini væl útróður, sjógvin og frítíðarlívið í haga.