BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2018

LÝSINGAR

2 fysioterapeutar
til farloyvisstørv í VEKS

Freist at søkja er 24.08.2018

Áheitan frá IRF, nú brennistøðin liggur still

26.02.2018


Áheitan frá IRF, nú Brennistøðin liggur still

Í tíðindaskrivi fyrr í vikuni boðaði IRF frá, at vegna umvælingar á Hagaleiti liggur Brennistøðin still í uml. 10 vikur. 

Alt innsavnað rusk verður nú ballað í rusk-ballimaskinu og undir hesum umstøðum eru serstakar reglur galdandi á Brennistøðini og á endurnýtsluplássunum kring landið: 

-          Burturkast at brenna má ikki vera longri enn 100 cm. Orsøkin til hetta er, at tað ikki er      gjørligt at balla rusk, ið er størri enn hetta. Sum dømi kunnu nevnast rør og tílíkt.

-          Leivdir av nótum, gørnum og líknandi má ikki latast saman við tí brennandi, tí tað                     fløkist í ballimaskinuni. Ynskiligt er, at tílíkt tilfeingi altíð verður latið til endurnýtslu og               ikki til at brenna. (sí www.irf.fo fyri nærri kunning um hetta). 

-          Tað verður ikki tikið ímóti lívrunnum burturkasti, tí ikki ber til at balla tað.

-          Vegna broyttar umstøður á goymsluni á Brennistøðini verður ikki tikið ímóti máling,                   meðan umvælingarnar fara fram. 

Boðað verður frá, tá Brennistøðin aftur tekur ímóti burturkasti sum vanligt.