BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Avtala gjørd um líkflutning

26.02.2018









Vestmanna Kommunu hevur í dag undirskrivað  sáttmála við Seinastu heilsan um líkflutning.
Sáttmálin er galdandi í 5 ár og tekur við 1. mars 2018.
Tænastan, sum kommunan hevur gjørt avtalu um, umfatar bert líkkoyring.

Seinasta heilsan er fyritøka, sum Haraldur S. Hansen úr Hvalvík hevur. Umframt koyring við líkvogni hava avvarandi eisini møguleika at bíleggja kistu, sanghefti og aðra gravarhjálp í sambandi við eina jarðarferð. Meira kunning um tænastur frá Seinstu Heilsan fæst á www.sh.fo.

Myndin er tikin tá avtalan varð undirskrivað.