BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 24.10.2017

LÝSINGAR

Arbeiðsfólk


Bátabrúgvarnar lagdar út aftan á summarfrítíðina

21.07.2017





 

 

Aftan á summarfrítíðina fer JT Kaving undir arbeiðið at leggja nýggju bátabrúgvarnar í bátahylin inni á Fjørð.

Vestmanna Kommuna bjóðaði í vár arbeiðið út millum fyritøkurnar SJH Divers v/ Símin Jákup Højsted og JT Kaving, sum er heimahoyrandi í Klaksvík. Tá ið freistin at lata tilboð inn, var úti, var bert eitt tilboð komið inn, og var tað frá JT Kaving. SJH Divers lat ikki tilboð inn.

Arbeiðið at leggja brúgvarnar út, verður væntandi liðugt í september.