BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 29.08.2017

Bústaðarkvøldið á Fiskivinnuskúlanum í kvøld 19.30

19.06.2017





 

Betri Banki skipar fyri bústaðarkvøldið á Fiskivinnuskúlanum í kvøld 19.30:

Kom og fá íblástur til dreymabústaðin á Grótbrúgv í kvøld kl 19.30

Í samband við útstykkingina á Grótbrúgv  í Vestmanna, ynskja vit at bjóða tykkum til eitt hugnaligt og forvitnisligt kvøld, har tit kunnu fáa íblástur til tykkara framtíðar dreymabústað. 

Bústaðarkvøldið verður mánakvøldið, 19. juni 2017, kl. 19.30, har vit hava hetta á skránni:

  • “Hvat skalt tú hugsa um, tá ið tú planleggur tín framtíðarbústað, og hvussu fært tú grøna orku við í ætlanina?”
    - Arkitekturin Eyðun Eliasen greiðir frá.
  • Betri greiðir frá fíggingarmøguleikum í sambandi við bygging, og hvussu tú best tryggjar tín bústað.
  • Vit bjóða tykkum okkurt gott til góman.

Tiltakið verður í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og er ókeypis.

Vit gleða okkum at síggja teg í Vestmanna í kvøld.

Betri Banki