OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 26.05.2020

LÝSINGAR

-

Covid 19 - Barnaansingin komandi vikurnar

14.04.2020






 

Dagstovnaøkið (Gjáarlon, Látipípan og Frítíðarstovan) letur varisliga uppaftur mánadagin 20. apríl 2020.

Gjáarlon:
Heitt verður á øll foreldur, sum hava børn í ansing í Gjáarlon um at boða stovuni hjá barninum frá, hvørjar dagar barnið møtir, hvat klokkan tað møtir og hvat klokkan tað verður heintað.

Fráboðanin skal vera fyri eina viku í senn, sí teldupostadressurnar niðanfyri. Fráboðast skal í seinasta lagi hósdagar kl. 12.00 vikuna frammanundan, so virksemið kann skipast á besta hátt. Hesa vikuna er freistin tó fríggjadagin 17. apríl kl. 12.00.

Ynskiligt er, at bert ein persónur kemur við og heintar barnið, og at tað í mest møguligan mun er tann sami persónurin.

Tit vera biðin um at brúka inngongdina til stovuna hjá barninum (ikki høvuðsinngongdina).

Látipípan:
Heitt verður á øll foreldur um at boða Látipípuni frá, hvørjar dagar barnið møtir, hvat klokkan tað kemur og hvat klokkan tað verður heintað.

Fráboðanin skal vera fyri eina viku í senn, og hon skal sendast til latipipan@vestmanna.fo. Fráboðast skal í seinasta lagi hósdagar kl. 12.00 vikuna frammanundan, so virksemið kann skipast á besta hátt. Hesa vikuna er freistin tó fríggjadagin 17. apríl kl. 12.00.

Ynskiligt er, at bert ein persónur heintar barnið, og at tað í mest møguligan mun er tann sami persónurin.

Frítíðarstovan:
Heitt verður á øll foreldur um at boða Frítíðarstovuni frá, hvørjar dagar barnið møtir og hvat kl. tað verður heintað.

Fráboðanin skal vera fyri eina viku í senn, og hon skal sendast til fritidarstovan@vestmanna.fo. Fráboðast skal í seinasta lagi hósdagar kl. 12.00 vikuna frammanundan, so virksemið kann skipast á besta hátt. Hesa vikuna er freistin tó fríggjadagin 17. apríl kl. 12.00.

Ynskiligt er, at bert ein persónur heintar barnið, og at tað í mest møguligan mun er tann sami persónurin.

Teldupostadressur:
Fossurin: fossurin@vestmanna.fo
Hylurin: hylurin@vestmanna.fo
Veitin: veitin@vestmanna.fo
Áin: ain@vestmanna.fo
Keldan: keldan@vestmanna.fo
Látipípan: latipipan@vestmanna.fo
Frítíðarstovan: fritidarstovan@vestmanna.fo

Hava tit spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at ringja til:
Morið A. O. Gardy, tlf. 770 134
Eyðbjørg Hansen, tlf. 770 144.

Vinarliga

 dagstovnaleiðslan