OGNIR til sølu/leigu

Ognir í Vestmanna til sølu


BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 11.12.2019

LÝSINGAR

-

Durita er mentanar- og ungdómsleiðari

02.12.2019

Durita Fagradal Augustinussen er sett í starvið sum mentanar- og ungdómsleiðari. Hon byrjar í starvinum seinni í desember.

Durita er 28 ár og býr í Tórshavn. Hon hevur lokið prógv í B.A. í smátjóðir og altjóðagerðum frá Fróðskaparsetri Føroya og tekur nú MSc. í verkætlanarleiðslu frá Arden University.

Starvsroyndirnar hjá Duritu snúgva seg í stóran mun um samskipan og verkætlanararbeiði. Tað seinasta árið hevur Durita verið verkætlanarstarvi hjá Tórshavnar Býarsavni, har hon hevur sakmskipað sýningina hjá Birgari Johannesen og sniðgivið og forrita heimasíðuna.

Í frítíðini hevur Durita royndir sum ungdómsvenjari hjá Havnar Róðrarfelag og Neistanum. 

Vestmanna Kommuna bjóðar Duritu hjartaliga vælkomnari í starvsfólkahópin.