BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.05.2018

LÝSINGAR

Stuðul til dagstovnaøkið
freist at søkja: 28.06.2018


Earth Hour 2018

22.03.2018


 

 

 

 

Leygarkvøldið 24. mars kl. 20.30 - 21.30 luttekur Vestmanna Kommuna í Earth Hour tiltakinum. Vestmanna Kommuna hevur luttikið í Earth Hour tiltakinum síðani 2010, og er hetta sostatt níggjundu ferð vit hava verið við.

Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum skal minna okkum øll á okkara felags ábyrgd fyri at minka um veðurlagsbroytingarnar.

Øll verða boðin til at luttaka í tiltakinum. Vit mæla fólki til at sløkkja ljósini heima við hús ein tíma komandi leygarkvøld. Vestmanna Kommuna tekur lut í tiltakinum við at sløkkja gøtuljósini hendan tíman. (Av tekniskum orsøkum lýsa gøtuljósini ikki áðrenn Earth Hour tíman. Gøtuljósini tendra hetta kvøldið kl. 21.30.)

Kl.20.30 verður skipa fyri einum gongutúri í myrkrinum. Gingið verður í bygdini í umleið ein tíma. Møtt verður niðan fyri skúlan á Kongsteigum. Heitt  verður á fólk um at vera í endurskinsvesti ella hava endurskin.

Um Earth Hour 
Heimsnáttúrugrunnurin í Australia vildi gera fólk tilvitað um veðurlagsbroytingarnar, og í 2004 varð Earth Hour hugtakið skapt. Earth Hour byggir á hugtakið “vón, ikki ótti”, og hugskotið er, at øll kunnu taka persónliga ábyrgd fyri framtíðini hjá jørðini.

31. mars 2007 var Earth Hour tiltakið hildið á fyrsta sinni. Hetta var í Sydney í Australia. Ætlanin var, at tað skuldi vera eitt landstiltak, men áhugin fyri tí gjørdist beinanvegin stórur, og sostatt varð Earth Hour tiltakið í 2008 hildið í 371 býum í meira enn 35 londum kring allan heimin. 

Til ber at lesa meira um Earth Hour á heimasíðuni www.earthhour.org og á www.sluklyset.dk