BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 21.11.2017

LÝSINGAR

-


Eydnuhjól í Ítróttarhøllini sunnudagin 22. oktober kl. 16.00

04.10.2017

Eydnuhjól verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna sunnudagin 22. oktober kl. 16.00, til frama fyri keyp av bussi til Heimið á Grønanesi. Meira kunning um tiltakið kemur www.veks.fo

Hví bussin ?

6. des. í ár verða 5 ár síðan Heimið á  Grønanesi gjørdist veruleiki. Øllum, sum tørva Heimið á Grønanesi , eru sera glað fyri  heimið, afturat Heimatænastuni, sum hevur verið ein hollur stuðul hjá nógvum, í mong mong ár.

Í fleiri ár hava starvsfólk, húsfólk, avvarðandi , kenningar og onnur góð fólk, gjørt eitt megnar arbeiði við at skipa fyri tiltøkum, til frama fyri hugnan og tær góðu løturnar í felagsskapi við onnur. Tað ger gerandisdagin  hugnaligari, liviligari og innihaldsríkari. 

Í ár,  hevur ein áhugabólkur, mannaður við starvsfólkum á Grønanesi, sett sær fyri, at skipa fyri innsavning av peningi til keyp av hóskandi bussi, til Heimið á Grønanesi.

Endamálið við bussinum er at gera tað møguligt at koma út millum  fólk, til ymisk áhugaverd tiltøk, og annars bara at  tryggja teimum sum tørva, eina uppliving uttanfyri Heimið á Grønanesi.

Tey flestu okkara kenna avmarkingarnar í gerandisdegnum við ikki at hava bil. Slíkar avmarkingar hava vit eisini á Heiminum á Grønanesi.

Tørvurin á hóskandi akfari, vísir seg hvønn einasta dag.

Tí vóna vit so inniliga at bygdafólkið í Vestmanna/ Kvívik, stovnar, fyritøkur, kommunur o.o. 

taka undir við tiltakinum og stuðla okkum í at fáa hóskandi buss til Heimið á Grønanesi.

 

Hvussu kann eg stuðla ?

Um áhugi er, so eru fleiri ymiskir møguleikar at stuðla innsavningini til keypið av bussinum.

•      Tú ert meir enn vælkomin at verða við í áhugabólkinum, við at venda tær til Miu Pedersen á telefon 79 32 31.

•      Tú kanst lata lutir til eydnuhjólið, innan 17. oktobur, við at venda tær til Heimið á Grønanesi ella á telefon 79 32 31.

•      Tú kanst hjálpa til  við kaffisølu, breyðsmyrjing, at selja lutaseðlar o.a 

•      Tú kanst stuðla við peningagávu við flyting á Busskonto nr. 6460 – 567.662.4

•      Uppskot: Bindiklubbar kunnu t.d. lata pening til áhugabólkin at keypa størri vinngar fyri t.d. vikuskiftistúrar o.a.?

•      Allur stuðul er góður !

Takk fyri J

Áhugabólkurin á Grønanesi