BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 11.12.2018

LÝSINGAR

-

Felags nýggjárshald í Vestmanna

14.12.2018



 



 

Í ár verður fyri skipað fyri øðrvísi nýggjárshaldi í Vestmanna, sum VÍF, Vestmanna Kirkja og Vestmanna Kommuna skipa fyri í felag.

Byrjað verður kl. 19.00 við Gamlaárskvøldsguðstænastu í kirkjuni, har ið Marjun í Kálvalíð, prestur prædikar. 

Beint aftan á guðstænastuna, tá ið fólk kemur úr kirkjuni, verður skipað fyri kyndlagongu fyri børn og vaksin. Byrjað verður á parkeringsplássinum niðan fyri dansistovuna og gingið verður út eftir Bakkavegi og oman á keiina. Felags bál verður niðan fyri Vestmanna Fiskavirki, har ið Vestmanna Kommuna skjýtur fýrverk. Vakri sangurin ”Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt” verður sungin sum felagssangur, áðrenn kyndlarnir verða tveittir á bálið.

Seinastu mongu árini hava býlingar tikið seg saman um kyndlagongur og bál ymsa staðni í bygdini. Av tí at nógv av økjunum, sum hava verið brúkt til nýggjársbál, nú ikki eru tøk meira, fellur hesin siðurin burtur, og ein nýggjur tekur við, har ið øll bygdin stendur saman um eitt felags hald.

Vestmanna Kommuna vónar, at alt bygdarfólkið og gestir við fara at taka væl ímóti hesum nýggja tiltaki, so tað kann vera endurtikið komandi árini.