BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.05.2018

LÝSINGAR

Stuðul til dagstovnaøkið
freist at søkja: 28.06.2018


Filmurin Línumenn í Vestmanna

20.03.2018

Fríggjakvøldið 23. mars kl. 20.30 verður filmurin Línumenn hjá Zacharias Hammer sýndur inni á Fiskivinnuskúlanum. Fyriskipari er John Dam.

Atgongumerki kunnu keypast inni á Magn 100 kr. Einans pláss fyri 70 fólkum.

Í filminum siga fleiri menn part av síni søgu, tá ið  teir sum 14 – 17 ára gamlir fóru við teimum nýggju línuskipunum, sum avloystu sluppirnar. Filmurin er um línumenninar, við teirra persónligu søgum og frásagnum. Forvitnisligar 8 mm upptøkur er reyði tráðurin í hesum dokumentariska filmi.