Fiskivinnuskúlin fær nýtt navn

27.02.2017





Tiðindaskriv:

Fiskivinnuskúlin skal nú eita “Miðnám í Vestmanna”

Navnið Fiskivinnuskúlin fer nú í søguna, og skúlin fer at eita Miðnám í Vestmanna. 

Skúlin hevur síðan 2013 verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreytini. Talan er um serliga breyt við støði í einum føroyskum veruleika, har lærugreinirnar tilfeingi og tilfeingisfrøði mynda profilin hjá skúlanum. Lærugreinirnar snúgva seg um náttúrutilfeingi í breiðari merking. Tískil er ikki longur samsvar millum gamla navnið og innihaldið í útbúgvingini hjá næmingunum.

Búmerkið, sum skúlin brúkar og framhaldandi fer at brúka, er sniðgivið av Sendistovuni. Hetta avmyndar ein vatndropa og eitt blað í einum kringi ella ringrás. Búmerkið skal signalera lív, náttúru, umhvørvi og burðardygga gagnnýtslu av náttúruríkidøminum, har ringrásin er avgerandi fyri, at vit kunnu liva av okkara náttúruríkidømi í framtíðini.

Navnið Miðnám í Vestmanna skal eisini geva næmingum og foreldrum eina greiða ábending um staðseting, og at talan er um ein skúla javnbjóðis aðrar miðnámsskúlar í landinum. Samstundis hevur navnið eina breidd, sum ikki er avmarkandi fyri virksemið á skúlanum í framtíðini.