BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarbók frá 28.06.2017

Flaggdagshaldið 2017

24.04.2017

 

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 13.00.
Rigmor Rasmussen, varaskúlastjóri, heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftan á sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Sí renniteinarnar niðanfyri.
Vestmanna Kommuna bjóðar rennarunum vatn og frukt aftan á renningina.

Vestmanna Kvøldskúli skipar fyri framsýning av handaligum arbeiði í skúlastovuni inni av Miðhøllini. Latið verður upp, tá ið rennararnir eru farnir avstað.
Tey, ið hava lutir til framsýningina, verða biðin um at lata teir inn í Miðhøllini mánakvøldið 24. apríl kl. 19.

Stuðulsrógving
Í samband við Flaggdagshaldið hjá Vestmanna Kommunu, sum verður týsdagin 25. apríl, fara ungu rógvararnir at rógva stuðulsrógving. Hetta verður í Miðhøllini.
Um fólk ikki hava fingið teknað stuðulsbræv áðrenn Flaggdagin, eru møguleiki at gera hettar á staðnum, meðan róð verður.

10. flokkur tiltak í ítróttarhøllini
10. flokkur í Vestmanna Skúla skipar fyri rimmar tiltaki í ítróttarhøllini flaggdagin.
Á skránni er m.a. kaffisøla, tónleikur, loppumarknaður, meksikansk uppisøla og eydnuspæl.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina.
Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.