BYGDARRÁÐSFUNDIR

Fundarskrá til 23.10.2018

LÝSINGAR

-

Flaggdagshaldið 2018

24.04.2018

 

Flaggdagshald verður uttan fyri Miðhøllina í skúlanum í Frammibø flaggdagin 25. apríl kl. 14.00.
Magni Laksáfoss, tingmaður, heldur flaggdagsrøðuna, og Vestmanna Hornorkestur luttekur.

Beint aftan á sjálvt flaggdagshaldið verður eins og undanfarin ár skipað fyri renning. Sí renniteinarnar niðanfyri.
Vestmanna Kommuna bjóðar rennarunum vatn og frukt aftan á renningina.

10. flokkur tiltak í ítróttarhøllini
Tá ið flaggdagshaldið er liðugt, skipar 10. flokkur í Vestmanna skúla, fyri tiltøkum í ítróttarhøllini í Vestmanna til frama fyri námsferð.

Skipað verður fyri tombola og eydnuhjóli við nógvum góðum lutum, fyri bæði stór og smá.
Kaffi og køka verður til keyps.

Renniteinarnir
Tveir teinar eru at velja ímillum. Á longra teininum, sum er 5,8 km, verður runnið/gingið frá Miðhøllini, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, Bakkavegi, niðan ígjøgnum Gerðisbrekku, út á Stíggj og inn eftir Gerðisvegi og Toftavegi. Málið er við frammanfyri Miðhøllina. 

Styttri teinurin, sum er uml. 3,2 km, er frá skúlanum, inn eftir Ovara Vegi, inn á Fjørð, út eftir Niðara Vegi, niðan ígjøgnum Heygabrekku, og niðan til málið.
Til ber at síggja teinarnar við at trýsta á myndina niðanfyri, so hon gerst størri.